So kundi venjarin aftur brosa

So kundi venjarin aftur brosa
Eftir tveir lakar dystir í Nations League-kappingini megnaði fótbóltslandsliðið í kvøld at vinna tann triðja dystin ímóti Litava.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá Føroyum
 
11.06.2022 - 19:35

Dysturin endaði við 2-1 sigri til Føroyar, og øll málini komu fyri steðgin. Eftir eina annars góða føroyska byrjan fingu litavar lagt seg á odda í sjeynda minutti við máli, Fedor Cernych skjeyt.

Ikki gekk meira enn eitt gott korter, so gjørdu litavar brotsspark ímóti Klæminti A. Olsen, og tað setti Viljormur Davidsen trygt í málið til 1-1, sum var væl uppiborin útjavning.

Og heilt stutt fyri hálvleik fekk Jákup B. Andreasen bóltin skamt uttan fyri litaviska brotsteigin og smekkaði til við sera góðum langskoti, so Føroyar kundu fara til hálvleiks við eini 2-1 leiðslu.

Eftir steðgin rakk føroyska spælið ikki somu hæddirnar aftur, men hóast litavar høvdu onkran møguleika, kundi føroyski sigurin heilt ímóti endanum blivið eitt mál størri, men royndin frá Halli Hanssyni endaði á stongini.

Sigurin flytur Føroyar av aftasta plássi í bólkinum, so tí var einki at siga til, at Håkan Ericson eftir dystin kundi taka ímóti pressuni við einum brosi á andlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928