Troytt bein í Luksemborg

Troytt bein í Luksemborg
Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum fór beinleiðis til Vága floghavn eftir sigurin á Litava í gjár og kom til Luksemborg seint í nátt
Føroyska landsliðið er komið til Luksemborg
Mynd: Kenneth Jørgensen  
 
12.06.2022 - 19:05

Tað var ikki leingi, at føroysku spælararnir sluppu at njóta sigurin á Litava, áðrenn farið var av Tórsvølli vestur á flogvøllin í Vágum.

Flogið var til Frankfurt og síðani við bussi til Luksemborg.

Týskvøldið spæla Luksemborg og Føroyar á Stade de Luxembourg.

Dysturin týskvøldið móti Luksemborg verður fjórði dysturin upp á 11 dagar hjá føroyska landsliðnum.

Gunnar Vatnhamar vil spæla hvønn minutt

Ein maður, sum at kalla hevur spælt samfullar 270 minuttir seinastu tríggjar dystirnar er Gunnar Vatnhamar.

Víkingabeinini eru eitt sindur troytt í dag, men svongdin eftir at fara í føroysku landsliðsblusuna týskvøldið er sanniliga til staðar.

Summir venja fótbólt, ímeðan aðrir koma fyri seg aftur við tungari styrkivenjing 

Landsliðshópurin var í dag býttur í tvey,  teir, sum ikki spældu í gjár, hava vant við bólti og spælarar, sum spældu meira enn 60 minuttir móti Litava í gjár, hava vant styrkivenjing.

Tað krevur nógv kropsliga at spæla fýra dystir upp á so fáar dagar, sigur Magni Mohr, fysiskur venjari hjá landsliðnum, og tað er eisini neyðugt at gera mun á spælarunum, tá venjing skal leggjast til rættis.

Spælarar sum Viljormur Davidsen, Gilli Rólantsson og Gunnar Vatnhamar hava at kalla spælt allar minuttirnar ímóti Turkalandi, Luksemborg og Litava.

Hoyr innslag við Gunnar Vatnhamar og Magna Mohr her:

Gunnar_og_Magni_-_jasn_-_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329