Zelenskyj vil hava Danmark at hjálpa sær við ES-limaskapi

Zelenskyj vil hava Danmark at hjálpa sær við ES-limaskapi
Ukrainski forsetin sigur, at 96 prosent av fólkinum í landinum taka undir við, at Ukraina fær ES-limaskap
Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.06.2022 - 16:15

Forsetin í Ukraina, Volodomyr Zelenskyj, heitir á Danmark um at hjálpa landinum til at fáa ES-limaskap.

Zelenskyj takkaði fyrrapartin dønum fyri hjálpina, landið hevur veitt Ukraina síðani russisku innrásina í februar.

Samstundis hevði ukrainski forsetin eina áheitan á danskar politikarar um at hjálpa Ukraina í málinum um limaskap.

- Eg vil fegin, at Danmark stendur saman við hinum ES-londunum á leiðini til ES-limaskap, segði Zelenskyj í takkarrøðu fyrrapartin.

Sambært forsetanum í Ukraina, taka 96 prosent av fólkunum í landinum undir við, at landið fær ES-limaskap.

Volodomyr Zelenskyj undirstrikar samstundis, at tað er vónleyst hjá landinum at samráðast við Russland, sum støðan er í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097