Útseta ferð við migrantum til Rwanda

Útseta ferð við migrantum til Rwanda
Flogfarið var til reiðar at fara úr Bretlandi, men Evropeiski mannarættindadómstólurin hevur steðgað flutninginum
Flogfarið var til reiðar at fara við fyrstu migrantunum úr Bretlandi til Rwanda.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.06.2022 - 09:57

Avgerðin hjá bretska innanríkisráðnum um at flyta fólk, sum hava biðið um politiskt friðskjól í Bretlandi, til Rwanda, er útsett. 

Hetta hendir, eftir at avgerðin er kærd, váttar bretska innanríkisráðið fyri Sky News.

Flogfarið var til reiðar at fara á flog í Amesbury við sjey asylumsøkjarum.

Men Evropiski mannarættindadómstólurin hevur steðgað tvingsilsflutninginum av summum av teimum sjey, sum vóru í flogfarinum.

 

Fólk mótmæla, at fólk, sum hava biðið um friðskjól í Bretlandi, verða flutt til Rwanda. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Sambært bretskum miðlum er talan um tveir irakar, sum hava søkt um friðskjól.

Teir eru fluttir úr flogfarinum, samstundis sum Evropiski mannarættindadómstólurin kannar málini hjá hinum fimm í flogfarinum, skrivar ITV á Twitter.

Boris Johnson, forsætisráðharri, kunngjørdi í apríl mánaði avtaluna við afrikanska landið um at skipa móttøku fyri migrantar, sum ólógliga eru komnir til Bretlands um Ermasund í báti.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154