Inger Støjberg stovnar nýggjan flokk

Inger Støjberg stovnar nýggjan flokk
Flokkurin fær navnið Danmarkardemokratarnir
Inger Støjberg stovnar nýggjan flokk.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.06.2022 - 09:40

Fyrrverandi danski ráðharrin í integratiónsmálum, Inger Støjberg, stovnar nú nýggja flokkin Danmarkardemokratarnir.

Tað váttar hon fyri Skive Folkeblad, skrivar TV2.

Inger Støjberg sigur, at hon serliga fer at varpa ljós á økini, sum eru uttan fyri Keypmannahavn, heilsuøkið og viðurskiftini hjá fyritøkum.

Sostatt er eisini greitt, at fyrrverandi ráðharrin hjá Vinstraflokkinum fer at leggja seg eftir øðrum tingum enn stranga útlendingapolitikkinum, sum hon annars boðaði frá.

Inger Støjberg og Danmarkardemokratarnir eru nú í ferð við at útvega tær 20.182 váttaninar, ið skulu til fyri at kunna stilla upp á næsta fólkatingsvalinum.

Støjberg hevur boðað frá, at hon úttalar seg meira um stovningina á døgurða í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459