Gevst eftir nærum hálva øld

Gevst eftir nærum hálva øld
Hallur Ellingsgaard takkaði fyri seg á jóansøku eftir meir enn 40 ár sum kappróðrardómari. Tá ein karmur viðhvørt er tað ringasta, hevur tíðin verið góð
27.06.2022 - 15:34

Í meir enn 40 ár hevur Hallur Ellingsgaard verið kappróðrardómari, men á jóansøku takkaði hann fyri seg.

 - Tað er við blandaðum kenslum. Hugurin hevur altíð verið góður til hetta, og eg havi havt gott fólk at arbeiða saman við, men einaferð skal mann gevast, sigur Hallur Ellingsgaard.

Dómarin heldur, at yngri kreftir skulu sleppa framat nú, men vil kortini ikki lata hurðina heilt aftur.

 - Um tey hava brúk fyri mær onkuntíð, so skal eg hjálpa til, sigur hann. 

Nógv er broytt til tað betra

Tá tú hevur verið dómari í góð 40 ár, hevur tú sjálvsagt upplivað nógvar broytingar í kappróðrinum og í sjálvari dømingini. 

 - Nú ert tað eitt stórt apparat, sum fer í gongd, tá kappróður skal vera. Tað krevur øgiliga nógv, sigur Hallur Ellingsgaard.

Hann ivast ikki í, at úrsltini eru rættari nú, enn tey vóru fyri 40 árum síðan.

 - Úrslitini eru øgiliga góð í dag. Bátarnir liggja yvir linju á startinum, og á málinum eru videoupptøkur, og dómararnir kunnu eisini fylgja við á video, meðan róð verður, so alt kann dokumenterast, sigur Hallur Ellingsgaard.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870