46 fólk funnin deyð í lastbili í Texas

46 fólk funnin deyð í lastbili í Texas
Í minsta lagi 46 ung fólk eru funnin deyð í lastarrúminum í einum treylara í býnum San Antonio í Texas, USA.
 
28.06.2022 - 08:58

Lastbilurin stóð í vegøkslini, og bilførarin var rýmdur.

CBS News skrivar, at keldur innan løgregluna upplýsa, at 16 fólk eru flutt á sjúkrahús. Talan er um 12 vaksin og fýra børn. 

Hvørki vatn ella luftútsúgving var í lastrúminum, sigur tíðindastovan Ksat.com.

Fyribils er ikki greitt, hvørji fólkini eru.

Trý fólk eru handtikin, og FBI kannar málið.

Løgreglan fekk fráboðanina í gjárkvøldið frá einum, sum arbeiddi nærindis, og sum hoyrdi neyðarróp úr lastarrúminum.

Fleiri slíkir tilburðir hava verið, har menniskjasmuglarar flyta flóttafólk og migrantar í lastarrúminum, har ov lítið at súrevni er, og at fólk á tann hátt verða kvald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576