Egyptaland: Herurin fær stuðul frá Mursi – yngra

Egyptaland: Herurin fær stuðul frá Mursi – yngra
Hóast herurin koyrdi stórabeiggja hansara frá sum forseta í Egyptalandi, so hevur Sayed Mursi onki øvugt orð at bera herinum
Sayed Mursi.
Mynd: Reuters  
 
26.07.2013 - 12:02

- Eg havi inniligt álit á herin, sigur Sayed Mursi, sum hann situr har í lítillátnu íbúð síni í einari bygd úti á landinum í Egyptalandi.

 

Á vegginum hongur ein mynd av stórabeiggjanum, fyrrverandi forsetanum, Muhammed Mursi. Undir liðini á Mursi hongur eitt ørindi úr Koranini.

 

- Eg havi gott tol, og tað hevur beiggi mín eisini, sigur hann við Reuters.

 

- Hann plagar at siga mær, at um onkur er eitt sindur óhøviskur, lat so vera við at gerast illur. Lat heldur sum onki, sigur Sayed Mursi.

 

Virðing fyri herinum
Tá tú spákar ein túr gjøgnum heimbygdina hjá Mursi-familjuni, sær tú virðingina, tey hóast alt hava fyri egyptiska herinum. Ikki sum sitandi við politiska valdinum, men sum ein týdningarmikil liður at skapa støðufesti.

 

Muhammed Mursi
Muhammed Mursi, evnaríki sonurin hjá einum friðarligum bónda, las í Kairo og Los Angeles, áðrenn hann strembaði leiðina upp eftir í Muslima Brøðralagnum, og gjørdist fyrsti demokratiski forseti Egyptalands. Til hann varð koyrdur frá 3. juli í ár.

 

Tveir av brøðrum hansara búgva framvegis í heimbygdini, al-Adwa: Saeed Mursi og Sayed Mursi. Ímeðan Saeed fór beina leið til Kairo at verja beiggja sín, var Sayed eftir í friðarligu heimbygdini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329