- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stykki til 40 nýggjar búeindir

Á Skála er talan um eitt knapt 11.000 fermetra stórt stykki, ið gongur frá sambýlinum á Skála til nýggju útstykkingina á Hórheygum, og har er pláss fyri 28-30 búeindum.
Og á Glyvrum er talan um eitt knappar 2.800 fermetra stórt stykki niðan fyri Sýnarvegin, ið hevur pláss fyri einum 12 búeindum.
- Áður hava Bústaðir sýnt stykkjunum áhuga, men tá ið so einki spurdist burturúr allíkavæl, hevur eitt samt býráð gjørt av at seta stykkini til sølu, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
- Vónin er so, at vit fáa selt onkrum tey, ið hevur hug at byggja íbúðir, tí eftirspurningurin er stórur. Treyt verður eisini løgd við, at byggingin skal vera farin í gongd innan eitt ávíst tíðarmark, sigur hann.

























