Flogferðslan setur met

Flogferðslan setur met
Ongantíð hava so nógv ferðafólk ferðast um flogvøllin í Vágum í juni sum í juni í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.07.2022 - 14:42

Juni mánaðurin í ár er tann besti juni mánaðurin nakrantíð. 

Ferðafólkini vóru 45.754 í tali. Tað eru heili sjey prosent fleiri enn í juni 2019, tá ferðafólkini vóru 42.743.

Og tey vóru nógv fleiri enn í juni í fjør, tá ferðast í alt 17.906 um flogvøllin. 

Í juni 2020, tá koronafarsóttin gjørdi um seg, vóru ferðafólkini bara 9.945.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011