Hasfjord enn á beding

Hasfjord enn á beding
Jóhan Petur Abrahamsen, stjóri á Strandferðsluni, veit ikki, nær Hasfjord aftur kann sigla um Skopunarfjørð.
 
06.07.2022 - 09:52

Enn er ógreitt, nær strandfaraskipið, Hasfjord, aftur fer í sigling um Skopunarfjørð.

Hasfjord fekk eitt traktordekk um skrúvuna 10. mai, og skipið var eftir tað tikið úr siglingini, tí koblingin mátti skiftast.

Strandferðslan segði 15. juni, at skipið væntandi fór aftur í sigling áðrenn tríggjar vikur vórðu gingnar, og tað er í dag.

Jóhan Petur Abrahamsen, stjóri á Strandferðsluni, veit ikki, nær Hasfjord aftur kann sigla um Skopunarfjørð.

- Tá skipið er royndarsiglt, og klassin hevur góðkent umvælingina, kann skipið aftur setast í sigling, sigur hann.

Hasfjord hevur verið á beding hjá MEST í Havn síðani miðskeiðis í mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162