Team Rynkeby byrjar ferðina

Team Rynkeby byrjar ferðina
Klokkan 10:30 byrjar langi súkklutúrurin hjá Team Rynkeby úr Føroyum til franska høvuðsstaðin, París.
Mynd: Team Rynkeby  
 
07.07.2022 - 09:25

Súkklararnir hjá Team Rynkeby Føroyar sleppa nú aftur at súkkla langa teinin úr Føroyum til franska høvuðsstaðin.

Eingin túrur hevur verið síðani 2019, áðrenn korona kom, men nú sleppa føroysku súkklararnir aftur avstað til París.

Túrurin í ár byrjar í Klaksvík í morgun, og ferðalagið fer við Norrönu til Danmarkar í kvøld.

Súkkluferðin byrjar av álvara leygardagin, og súkklararnir skulu á ferðini súkkla gjøgnum Danmark, Týskland, Holland, Belgia og Frakland.

Ferðin endar eftir ætlan í franska høvuðsstaðnum, París, leygardagin 16. juli, og tá hava tey súkklað tilsamans 1.377 kilometrar.

48 súkklarar og 12 hjálparfólk eru við í ferðalagnum, sigur Team Rynkeby Føroyar á Facebook.

Skráin fyri túrin hósdagin er hendan:

Kl. 10:30: Móttøka í Helnabrekku í Klaksvík
Kl. 11:20: Klaksvíkar sjúkrahús
Kl. 12:15: Býráðshúsið í Norðragøtu
Kl. 13:15: Undirhúsið á Toftum
Kl. 14:00: Betri í Saltangará
Kl. 14:35: Bakkafrost á Glyvrum
Kl. 16:05: Margáir í Streymnesi
Kl. 18:35: Perlutorgið við Reinsaríið í Havn

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040