Undantaksstøða í Italia

Undantaksstøða í Italia
Álvarsligur turkur ger um seg í Italia. Í summum landspørtum hevur ikki regnað í fýra mánaðir, og undantaksstøða er lýst í Italia
Mynd: MASSIMO PINCA © Ritzau Scanpix  
 
08.07.2022 - 08:52

Hesar seinastu mánaðirnar hevur tað verið heitt og turt í Italia.

Fleiri ferðir hava hitastigini verið 40 stig ella meira, og samstundis hevur regnað minni enn vanligt. Sambært DR.dk er talan um versta turkin í 70 ár.

Turkurin er eisini orsøkin til, at ein ísjøkul smokkaði saman. Kavi, ísur og steinar skramblaðu oman eftir fjallasíðuni, og sjey fólk vóru dripin. Dagar áðrenn hendingina vóru 10 hitastig máld í 3.000 metra hædd við ísjøkulin. Tað er met nógv, sigur Antonella Sensese, granskari, við DR.dk.

Kavajøkul jøkul gletsjari

Caption: 
Ísjøkulin dagin eftir, at partar av jøkulinum smokkaðu saman. Mynd: Pierre Teyssot/AFP/Ritzau Scanpix

Ein stórur trupulleiki er, at áirnar í landinum missa meira og meira vatn. Po-áin, sum er longsta áin í Italia, hevur í støðum mist upp í 80% av vanliga vatninum. Vatnið úr ánni verður brúkt til bæði drekkivatn og til at vatna grøðina.

Tað verður mett, at ein triðingur av italska landbúnaðinum liggur við ánna. Tí eru fleiri landslutir eisini farnir at skamta við vatninum. Tað er millum annað ikki loyvi til at fylla sær svimjihylin ella vatna egnan garð, tí vatnið skal brúkast til landbúnaðargrøðina. 

Serfrøðingar eru á einum máli um, at verðurlagsbroytingar eru orsøkin til ógvusliga hitan og lítla regnið. 

- Hetta gerst meira og meira vanligt. at vit hava ógvusligan kulda og ógvusligan hita. Og tað hongur saman við veðurlagsbroytingum. Tað er sjálvsagt ein óheppin støða í Italia, sum stendst av nógvum ymsum ávum, men hetta koma vit at síggja alsamt meira í framtíðini, sigur Jørgen E. Olesen, professari við Aarhus Universitet, við DR.dk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858