í mesta lagi 500 springarar

í mesta lagi 500 springarar
Landsstýrið ætlar, at í mesta lagi 500 springarar skulu kunna haldast til um árið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.07.2022 - 10:26

Tað sigur nýggja hámarkið, sum kemur í kjalarvørrinum á eftirmetingini hjá landsstýrinum eftir springaradrápið í Skálafirði í fjør, tá ið 1423 springarar vórðu hildnir til.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í vikuni sent uppskot um broyting í grindakunngerðini til hoyringar, og er nýggja hámarkið er eitt fyribils átak.
 
Føroyar hava heitt á vísindanevndina hjá NAMMCO um eitt tilmæli um burðardygga springaraveiðu, ið væntandi verður tøkt í 2023 ella 2024.

Tá ið metingin hjá NAMMCO er tøk, verður hámarkið eftir ætlan tillagað.

Landsstýrið staðfestir í sama viðfangi, at føroyingar eiga rættin at gagnnýta tilfeingið í havinum burðardygt, eisini hval og springara.

Føroyingar hava altíð livað av tí, sum havið gevur, og tilverugrundarlagið hjá Føroyum er grundað á eina burðardygga gagnnýtslu av havinum.

Hvalaveiða í Føroyum er eitt gott íkast til húsarhald í Føroyum.

Hetta er matur, sum hevur eina lutfalsliga lága kolevnisslóð, og møguleikin at veiða hval hevur týdning í mun til matvørutrygdina hjá føroyska samfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497