- Hámark er burðardygg og skynsom loysn

- Hámark er burðardygg og skynsom loysn
Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú Fiskimálaráðið skjýtur upp, at árligt hámark verður sett á springaraveiðuna
 
11.07.2022 - 14:35

Landsstýrið skjýtur nú upp at avmarka springaraveiðuna til 500 springarar um árið komandi tvey árini.

Tað stendur í hoyringaruppskoti frá Fiskimálaráðnum. Uppskotið kemur í kjalarvørrinum av springaradrápinum í Skálafirði.

Sambært verandi stovnsmetingum hjá NAMMCO kunnu veiðast 825 springarar árliga, men meðan nýggjar stovnsmetingar verða gjørdar, velja vit at seta markið heldur lægri, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

- Tað er grundað á varsemi, at vit nú seta eitt hámark. Hyggja vit eftir veiðuni seinastu fimm árini, so er miðaltalið fyri veiðuna lægri enn 500, og tá er seinasta stóra springaradrápið talt við, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Sambært Árna Skaale gevur hámarkið tí at kalla ongar trupulleikar, um veiðan næstu árini fer at líkjast veiðuni hesu síðstu árini.

Springarar

Caption: 
Springaradrápið á Skálafjørðinum um heystið í 2021, tá 1428 løgdu beinini, var og verður enn prátað nógv um. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Tað var í september í fjør, at 1428 løgdu beinini í Skálafirði, og hetta stóra drápið fylti nógv í miðlunum – bæði her heima og úti í heiminum. Eitt slíkt hámark, sum landsstýrið nú skjýtur upp, merkir samstundis, at stór springaradráp ikki eru møgulig.

- Avmarkingin ger samstundis, at vit ikki fáa eitt eins stórt springaradráp, sum vit sóu í fjør, sigur Árni Skaale.

Kortini er endamálið við avmarkingini sambært landsstýrismanninum ikki at forða teimum stóru drápunum. Heldur er endamálið at borga fyri og tryggja eina burðardygga veiðu.

- Vit eiga at veiða burðardygt og skynsamt, og tað eigur at vera meginreglan fyri allari føroyskari veiðu. Við at seta eitt hámark tryggja vit okkum samstundis, at veiðan er burðardygg og skynsom, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672