Frágreiðingin um Eysturbúgvan liðug

Frágreiðingin um Eysturbúgvan liðug
Den Maritime Havarikommission í Danmark er liðug at kanna óhappið, tá Eysturbúgvin og Vesturbúgvin stoyttu saman, og Eysturbúgvin sakk 10 minuttir seinni.
 
12.07.2022 - 10:20

Den Maritime Havarikommission í Danmark er liðug at kanna óhappið tíðliga um morgunin 14. vapríl, skírisdag, tá partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin stoyttu saman, og Eysturbúgvin sakk tíggju minuttir seinni.

Vesturbúgvin fekk lítlan skaða

Frágreiðingin er nú til hoyringar hjá teimum, sum skaðanevndin hevur tosað við um óhappið.

Næsta stigið er at almannakunngera frágreiðingina.

Óhappið hendi í ein útsynning um Føroyum.

Allir sjey menninir á Eysturbúgvanum vóru bjargaðir umborð á Vesturbúgvan.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royndu eftir gulllaksi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891