Fiskamarknaður: Sær hampiligt út

Fiskamarknaður: Sær hampiligt út
Fiskamarknaðurin er komin við sínari meting fyri vikuna fyri framman. og tað sær hampiligt út
 
16.07.2022 - 09:25

Fiskamarknaðurin er komin við sínari meting fyri vikuna fyri framman. og tað sær hampiligt út. 

Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, og er nýliga byrjað túr. Eitt er à Føroya Banka, tvey royna eystanfyri og landa i vikuni. Sjey frystilínuskip fiska undir Føroyum. Tey fiska mest av longu og brosmu.

 

Góður streymur

Útróður sær hampiligur út. Streymurin verður hampuligur og veðrið sær út til at blíva gott, so á Fiskamarknaðurin rokna tey nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.

Ein frystitrolari er  í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Hinir liggja við bryggju.

Fýra pør av partrolarum eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053