Glóðheitt í Stórabretlandi

Glóðheitt í Stórabretlandi
Ógvuslig hitabylgja er á veg til Norðurevropa, og bretskir myndugleikar hava boðað tjóðarneyðstøðu
Hammersmith Bridge er pakkað inn fyri at verja hana ímóti ógvusliga hitanum
 
16.07.2022 - 10:50

Fráboðanin kemur í sambandi við, at veðurstovurnar hava boðað frá umleið 40 hitastigum í stórum býum sum London, Manchester og York mánadagin og týsdagin.

Nógvi hitin skal takast í álvara og merkir, at tað kann vera lívshættisligt at vera ov leingi í sólini, eru boðini frá myndugleiknum.

Bretsku heilsumyndugleikarnir ávara um, at frísk fólk kunnu gerast álvarsliga sjúk og enntá doyggja av nógva hitanum.

Myndugleikarnir ávara eisini um, at støðan fer at merkja, at avtalur á sjúkrahúsum verða avlýstar, skúlar verða stongdir, og at tokini ikki megna at koyra sum vanligt, tí hitin ávirkar jarnbreytarskinnararnar.

Í London hava tey pakkað gomlu Hammersmith Bridge inn í folie, fyri at verja hana ímóti hitanum.

Væntandi verður hitin í London 40 stig mánadagin, og hetta er met. Hitametið í Bretlandi er 38,7 stig.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815