Gullberg sokkin norðanfyri

Gullberg sokkin norðanfyri
Øll manningin varð bjargað, tá Gullberg sakk norðanfyri fyri góðum tíma síðan
Øll manningin varð bjargað, tá Gullberg kl. 09.01 í morgun sakk norðanfyri. Níggju fólk vóru við Gullbergi.
Mynd: www.skipini.fo  
 
31.07.2013 - 10:30

Skiparin á Sjagakletti, Hanus Tausen, sigur við Kringvarpið, at nógvur sjógvur var komin inn í maskinrúmið á Gullberg. Tað gekk rættiliga skjótt. Manningin varð bjargað umborð á Sjagaklett, og Gullberg sakk stutt eftir.

 

Vørn upplýsir fyri Kringvarpinum, at Gullberg fór at leka kl. 08.15. Tvær pumpur vórðu fluttar umborð, og tríggir av manningin royndu at bjarga skipinum við hesum pumpunum. Men nógvur sjógvur var longu tá komin í skipið, sum hevði fingið so stóra slagsíðu, at har var onki at gera.

 

Gullberg sakk klokkan 09.01. Manningin, sum taldi níggju, varð also bjargað í øllum góðum.

 

Gullberg og Sjagaklettur vóru til makrelfiskiskap norðanfyri, tá Gullberg sakk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858