- Tíðindi, mentan og ítróttur
SSL: Fakligu sjónarmiðini vrakað
SSL: Fakligu sjónarmiðini vrakað
Ein einføld kunngerðarbroyting kann sambært Gjaldsstovuni loysa størstu avbjóðingarnar, so SSL bæði fær lænt og lagt fíggjarætlan yvir fleiri ár
19.07.2022 - 19:35
Sjónarmiðini um at trupulleikarnir hjá Strandferðsluni kundi loysast uttan at gera stovnin til partafelag sluppu ikki framat. Tí tók Durita Tausen, deildarleiðari á Gjaldstovuni, seg úr arbeiðsbólkinum, sum skrivaði frágreiðing um, hvussu SSL kann skipast í framtíðini.
Leif Abrahamsen, sum hevur verið stjóri á Gjaldstovuni í 31 ár, sigur, at smáar broytingar í játtanarskipanini hjá landinum kunnu gera, at Strandferðslan bæði kann flyta játtan yvir ár og fáa til vega fígging til nýggjan flota. Tað er ikki neyðugt at umskipa Strandferðsluna, fyri at hetta skal bera til.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


















