LGBT+: Haturstala og happing

LGBT+: Haturstala og happing
26 prosent av teimum spurdu siga seg hava upplivað hatursbrotsverk
LGBT+ Føroyar sigur, at haturstala og ágangur eru ein vaksandi trupulleiki í føroyska samfelagnum. (Savnsmynd)
 
25.07.2022 - 09:23

67 prosent av LGBT+arum siga seg vera happað í skúlanum vegna sína kynsligu sannføring ella sín kynsligan samleika. 

Í náttarlívinum er talið 47 prosent, og 37 prosent siga seg vera happað á sosialu miðlunum.

Tað vísir nýggj spurnarkanning, sum LGBT+ Føroyar hevur gjørt.

Kanningin sigur eisini, at 26 prosent hava upplivað hatursbrotsverk.

 

Kropsligur ella sálarligur harðskapur

Tað er kropsligur ella sálarligur harðskapur, tí tey hava ta kynsligu sannføring ella tann kynsliga samleika, tey hava.

LGBT+ Føroyar sigur, at haturstala og ágangur eru ein vaksandi trupulleiki í føroyska samfelagnum.

Hóast stórar broytingar eru hendar til tað betra seinastu árini hjá LGBT+arum, so er framvegis nógv eftir at gera, bæði tá ræður um hugburð og rættindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203