20.000 starvsfólk hjá Lufthansa í verkfall

20.000 starvsfólk hjá Lufthansa í verkfall
Fakfelagið krevur at fáa 9,5 prosent meira í lønarposan, men flogfelagið vísir kravinum frá sær
Túsundtals starvsfólk hjá Lufthansa fær í verkfall í eitt samdøgur.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.07.2022 - 15:04

Umleið 20.000 starvsfólk hjá flogfelagnum Lufthansa fara mikudagin í verkfall, tí tey vilja hava meira í løn.

Tað upplýsir fakfelagið hjá starvsfólkunum, sambært Ritzau.

Tað eru fyrst og fremst fólk, ið ikki starvast umborð á flogførunum, eitt nú teknikarar og starvsfólk á skrivstovum, sum fara í verkfall.

Fakfelagið arbeiðir fyri, at starvsfólkini fáa 9,5 prosent meira í lønarposan, men Lufthansa vísir tí kravinum frá sær.

Verkfallið byrjar mikumorgunin, og varir í eitt samdøgur. Samráðingarnar halda fram 3. og 4. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815