Gera nú veg til Fámjinsbergholið

Gera nú veg til Fámjinsbergholið
Væntandi verður fyrsta skotið til bergholið latið av í heyst
Vegagerðin til bergholið til Fámjins er byrjað.
Mynd: Landsverk.  
 
26.07.2022 - 08:20

Farið er nú undir at gera vegin til bergholið til Fámjins.

Byrjað er Ørðavíkarmegin.

Væntandi verður fyrsta skotið til bergholið í heyst. Bergholið verður liðugt um tvey ár, miðskeiðis í 2024.

Bergholið verður 1.200 metrar.

J&K Petersen ger bergholið og vegirnar í sambandi við tað. Byggifelagið skal gera bergholið fyri 150 milliónir krónur.

Men øll verkætlanin er mett at kosta 207 milliónir, sum løgtingið hevur játtað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213