- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iðrar seg um bumbuskemt

Landsliðsvenjarin hjá svenska U18-kvinnulandsliðnum í hondbólti, Pontus Ward Wiklund, sum í fyrradagin skemtaði við, at hann hevði eina bumbu í viðførinum, tá ið hann við landsliðnum kom til donsku Kastrup-floghavnina, stígur nú fram alment.
- Eg misti fullkomiliga tamarhaldið á mær sjálvum hasa løtuna, tá ið eg skemtaði við nøkrum, sum tú veruliga ikki kanst loyva tær at skemta við júst har, sigur hann við heimasíðuna hjá hondbóltsfelagi sínum.
- Eg vil so mirðiliga biðja landsliðið, hondbóltssambandið, starvsfólkini í floghavnini og onnur, ið vórðu ávirkað av hesum, um umbering, tí eg dugi at síggja álvaran í tí og hvussu býtt mín framferð var, sigur hann.
Pontus Ward Wiklund sigur seg eisini vera til reiðar at taka við tí revsing, hann fer at fáa fyri taktleysa skemtið, ið millum annað hevði við sær fleiri seinkingar, tí Terminalur 2 í Kastrup mátti tømast fyri ferðafólk.
Hendingin hevur kostað honum venjarastarvið, og í hansara stað er svenski kvinnulandsliðsvenjarin, Tomas Axnér, settur at taka sær av U18-kvinnunum, ið vóru á veg til Norðurmakedonia, har eisini føroysku U18-kvinnurnar kappast um heimsmeistaraheitið.
Og vit kunnu leggja aftrat, at svenska liðið tapti fyrsta dystin í HM-kappingini, sum var ímóti Íslandi.


























