Fyrsta skipið við korni farið úr Odessa

Fyrsta skipið við korni farið úr Odessa
Farmaskipið Razoni er á veg til Libanon við 26.000 tons av maisi
16 skip til reiðar at sigla við korni úr Ukraina, millum annað til Afrika og Miðeysturs.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.08.2022 - 09:01

Í morgun fór eitt skip við korni úr havnarbýnum, Odessa, í Ukraina. Tað skrivar AFP-tíðindastovan, sum endurgevur verjumálaráðið í Turkalandi.

Hetta er fyrstu ferð, at korn verður útflutt, síðani kríggið byrjaði.

- Farmaskipið Razoni, sum siglir undir sierraleonskum flaggi, er fermt við maisi, og er á veg til Libanon, skrivar verjumálaráðið í Turkalandi.

ST boðar frá, at skipið hevur 26.000 tons av maisi í lastini.

 

Til Afrika og Miðeysturs

Sambært Al Jazeera eru 16 skip til reiðar at sigla út í heim, millum annað til Afrika og Miðeysturs.

Ukraina telist millum størstu kornútflytarar í heiminum. Men eftir russisku innrásina hava russisk skip avbyrgt havnirnar í Ukraina.

Í juli mánaði skrivaðu Ukraina og Russland tó undir avtalu við ST og Turkaland, ið skal tryggja, at korn kann verða útflutt úr Ukraina um Svartahavið.

 

Ávara um matvørukreppu

Tá ið útflutningurin í Ukraina helt uppat, hækkaði prísurin á korni nógv. ST hevur ávarað um eina møguliga heimsumfatandi matvørukreppu, sum avleiðing av krígnum.

Í løtuni eru umleið 20 milliónir tons á goymslu í Ukraina, klár at verða send út á heimsmarknaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297