Disney+ veksur við rúkandi ferð

Disney+ veksur við rúkandi ferð
Stroymingartænastan hevur 152 milliónir haldarar í øllum heiminum
Disney+ hevur fingið 31 prosent fleiri haldarar seinasta árið.
Mynd: Disney.  
 
11.08.2022 - 09:24

Stroymingartænastan hjá Disney, Disney+, hevur havt góðan byr í seinastuni.

Í juni, tá ið annar ársfjórðingur endaði, hevði stroymingartænastan 152,1 milliónir haldarar í øllum heiminum. Tað er ein vøkstur upp á 31 prosent, samanborið við sama ársfjórðing í fjør. 

Tað sæst í roknskapinum fyri ársfjórðingin hjá Walt Disney-samtakinum, sum bleiv almannakunngjørdur í gjárkvøldið.

Um somu tíð hevur kappingarneytin Netflix mist umleið eina millión haldarar. 

Netflix er kortini framvegis størsta stroymingartænastan. Netflix hevur 221 milliónir haldarar í øllum heiminum. 

Stroymingartænastan Disney+ kom til Føroya 14. juni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815