Noreg ætlar at brúka færri oljupengar

Noreg ætlar at brúka færri oljupengar
Norski fíggjarmálaráðharrin sigur, at kynt verður undir eina kreppu, um meiri peningur kemur í búskapin
Trygve Slagsvold Vedum er fíggjarmálaráðharri í Noregi.
 
12.08.2022 - 09:35

Norski fíggjarmálaráðharrin, Trygve Slagsvold Vedum, ætlar at brúka færri oljupengar í fíggjarlógini fyri næsta ár, hóast roynt verður at steðga inflatiónini.

Hetta síðsta árið eru prísirnir í Noregi hækkaðir 6,8 prosent, og tað hevur lagt trýst á búskapin.

- Vit kunnu kynda undir eina kreppu, um vit bara koyra meira pengar í búskapin, sigur hann við Aftenposten.

- Gera vit tað nú, verður úrslitið bara, at tey við lágum og miðalinntøkum verða ótryggari, sigur hann.

Norski fíggjarmálaráðharrin ásannar, at tað fyrr hevur borið til at loyst kreppur við at gloppa lokinum á millardstóra norska oljugrunninum, men at nú krevjast onnur tiltøk.

Í norska oljugrunninum eru nú yvir 12.300 millardir krónur, ella meira enn tvær milliónir krónur fyri hvønn íbúgva í landinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358