Ferð á Bústaðir

Ferð á Bústaðir
Í mars í fjør fekk Bústaðir lógarheimild at læna 450 milliónir krónur til at byggja fyri. Nú, 17 mánaðir og eitt nýtt Stýri seinni, kemur loksins glið á.
12.08.2022 - 18:16

Bústaðir hava eina heimild at læna 450 mió krónur. 200 mió eru settar av til almannagagnligt virksemi, so sum búfelagsskapir, lestraríbúðir og so framvegis. Hinar 250 mió eru til verkætlanir, har Bústaðir saman við privatum íleggjarum fer undir bústaðarbygging. Og sambært Andrasi Róin, er áhugin frá eitt nú peningastovnum, pensjónsfeløgum og privatum fyritøkum stórur.

Eftir nógva rokið millum undanfarna stýrisformannin og stjóran í Bústøðum, sum fylti nógv í miðlunum, valdar nú aftur friður í almenna bústaðarfelagnum.

-Nú kemur endiliga ferð á bústaðarbyggingina hjá Bústøðum, sigur Andras Róin. 

Sambært stjóranum í Bústøðum verða 40 íbúðir lidnar í ár, og 100 íbúðir í næsta ár.

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942