Fýra ára útbúgving gevur sveinabræv í aling

Fýra ára útbúgving gevur sveinabræv í aling
Ein yrkisútbúgving í aling á sjógvi og landi er á veg
Kunngerð er komin um yrkisútbúgving í aling.
 
21.08.2022 - 12:42

Ein yrkisútbúgving í aling á sjógvi og landi er á veg.

Kunngerðin um hana er lýst og er komin í gildi.   

Útbúgvingin verður skipað við skúlaundirvísing og upplæring á góðkendum læruplássi.

Endamálið er at geva lærlinginum yvirskipaðar førleikar, sum eru at arbeiða yrkisliga við aling á sjógvi og landi og at arbeiða í alibrúki á sjónum, umframt alistøðum og smoltstøðum á landi.

Endamálið er eisini geva fólki førleikar, so tey kunnu fara undir framtíðar yrki í alivinnuni og
framhaldandi útbúgving, menna tey og hjálpa teimum at fáa samfelagsliga fatan.

Fýra ár og sveinabræv

Útbúgvingartíðin er fýra ár, sum eru býtt millum skúla og lærupláss.

Fimm almennar lærugreinir eru, evnafrøði, lívfrøði, enskt, støddfrøði og føroyskt.

Tvær almennar vallærugreinar eru, og 1050 tímar í yrkislærugreinum um aling.

Útbúgvingin gevur sveinabræv.

Kunngerðin, sum nú er komin, kemur í staðin fyri kunngerðina frá 2005 um yrkisútbúgving í fiskavirking
og aling.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025