Gasskelda við Kypros kann loysa orkutørv í Evropa

Gasskelda við Kypros kann loysa orkutørv í Evropa
Í kelduni eru umleið 70 milliardir rúmmetrar av gassi, men tað fer at taka drúgva tíð at fáa gassið til høldar
Franska TotalEnergies er annað av feløgunum, sum siga seg hava funnið ein stóra gasskeldu út fyri Kypros.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.08.2022 - 10:36

Ein gasskelda, sum er funnin við Kypros, kann vera við til at loysa orkutørvin í Evropa, sigur orkumálaráðharrin í Kypros.

Tað eru feløgini, italska Eni og franska TotalEnergies, sum siga seg hava funnið stórar nøgdir av gassi við Kypros.

Sambært orkumálaráðharranum, Natasu Pilides, er talan um 70 milliardir rúmmetrar av natúrgassi, og myndugleikarnir arbeiða nú saman við feløgunum fyri at fáa greiðu á, hvussu sum mest fæst burtur úr gassinum.

 

Gott ískoyti

Gassið er funnið góðar 80 fjórðingar út fyri útsynningspartinum av Kypros. Tað fer at taka rúma tíð at gera neyðugar útbyggingar fyri at fáa gassið til høldar, men tá klárt er, verður gassið gott ískoyti hjá Evropa og kann minka um keypið av gassi úr Ruslandi.

Pilides sigur, at Kypros longu er farið undir at tosa við ES, um hvussu sølan av gassinum kann skipast, so ES kann minka um russiska gassið, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266