Heildarveitingin til Grønlands fer upp um fýra milliardir

Heildarveitingin til Grønlands fer upp um fýra milliardir
Blokkstuðulin úr Danmark svarar til 72.000 kr. fyri hvørt fólk, skrivar miðilin Sermitsiaq
Grønlendska landstingið. Blokkstuðulin til Grønlands næsta ár fer upp um fýra milliardir kr.
 
25.08.2022 - 09:52

Heildarveitingin úr Danmark til Grønlands fer at seta met næsta ár.

Tá fer blokkurin upp um fýra milliardir krónur, skrivar miðilin Sermitsiaq.

Hetta er meira enn tað, sum grønlendski landskassin fær í skatti.

Heildarveitingin næsta ár svarar til 72.000 krónur fyri hvørt fólk í Grønlandi, skrivar Sermitsiaq.

Til samanberingar er danski blokkstuðulin til Føroya 641,8 mió krónur, og tað svarar til umleið 12.000 kr. fyri hvørt fólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363