Minnisvarðin verður ikki fluttur

Minnisvarðin verður ikki fluttur
Kirkjuráðið vildi hava minnisvarðan fluttan oman til kirkjuna, men tað verður av ongum
Minnisvarðin verður ikki fluttur oman til kirkjuna, men bygdarráðið í Vestmanna hevur samtykt arbeiða víðari við málinum um at umskipa gamla kirkjugarðin.
 
26.08.2022 - 10:06

Minnisvarðin í Vestmanna verður ikki fluttur.

Tað hevur bygdarráðið einmælt samtykt.

Kirkjuráðið vildi hava minnisvarðan fluttan oman til kirkjuna.

Borgarafundur um at flyta minnisvarðan var 2.juni. Almenna hoyringarfreistin var til 1.juli.

Átta viðmerkingar komu.

Bygdarráðið hevur eisini samtykt einmælt at arbeiða viðari við málinum um at umskipa gamla kirkjugarðin.

Uppskot er um at gera nýggjan kirkjugarð oman á gamla kirkjugarðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815