Seinsummardagar eru á Sandi

Seinsummardagar eru á Sandi
Hetta er eitt ókeypis tiltak, sum Sands kommuna skipar fyri í samstarvi við Ungmannafelagið Virkið og Visit Sandoy
Nógv er á skránni í dag, nú Seinsummardagar eru á Sandi í dag
Mynd: Savnsmynd  
 
27.08.2022 - 11:03

Um vikuskiftið eru seinsummardagar á Sandi.

Hetta er eitt ókeypis tiltak, sum Sands kommuna skipar fyri í samstarvi við Ungmannafelagið Virkið og Visit Sandoy.

Lagt varð til brots í gjár, tá millum annað bál og felagssangur vóru á Hamri og kafékvøld var í Virkinum við livandi tónleiki og Pub Quiz.

Klokkan tíggju varð farið í gongd við bróðurpartin av skránni, sum er í dag, og byrjað varð við morgunmati á Kommunuskrivstovuni.

Allan dagin er alt møguligt á skránni, so sum framsýningar, framførslur og ymiskt annað - bæði fyri børn og vaksin - og ikki minst er nógvur sangur og tónleikur.

Seinsummardagarnir á Sandi enda seinnapartin í morgin.

Tróndur Vatnhamar í Vikuskiftissendingini í útvarpinum tosaði við Bryndis í Dali frá Visit Sandoy um Seinsummardagarnar.

Seinsummardagar_a_sandi


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096