Høvdavirkið fer at gera mjøl og lýsi

Høvdavirkið fer at gera mjøl og lýsi
Endamálið er at fáa meir av svartkjafti til mannaføði
 
28.08.2022 - 12:57

Høvdavirkið fer í næstum undir at gera mjøl og lýsi burturúr høvdi og innvøli á svartkjafti.

Endamálið er at fáa størri part av svartkjaftinum til mannaføði, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum.

Virkið hevur turkað svartkjaft til marknaðin í Nigeria við góðum úrsliti.

Men fyri at fáa enn meir burturúr, er ætlanin at fara undir at gera mjøl og lýsi.

Útgerðin er sett upp, og í næstum byrjar arbeiðið.

Eirikur á Húsamørk heldur tað vera spell, at ikki meir fæst burtur úr svartkjaftinum.

Svartkjaftur er í ætt við tosk og er góður fiskur, sum eigur at kunna nýtast til annað enn mjøl.

Og fyri at fáa meir burtur úr svartkjaftinum er ætlanin at gera mjøl og lýsi burtur úr tí á svartkjaftinum, sum ikki verður turkað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846