Samstarvsavtalan endurnýggjað

Samstarvsavtalan endurnýggjað
Íslandsnevndin á Fróðskaparsetrinum og Føroyanevndin í Háskóla Íslands hava á 11.sinni hildið Frændafund
Jón Atli Benediktson, rektari á Háskóla Islands, og Chik Collins rektari á Fróðskaparsetri Føroya skrivaðu undir samstarvsavtaluna.
Mynd: Setur.fo  
 
29.08.2022 - 08:53

Samstarvsavtalan millum Fróðskaparsetrið og Háskóla Íslands er endurnýggjað.

Íslandsnevndin á Fróðskaparsetrinum og Føroyanevndin í Háskóla Íslands hava á 11.sinni hildið Frændafund.

Hann var í Reykjavík.

Næsti frændafundur verður í Føroyum í 2024.

Føroyska Íslandsnevndin vil, at løgfrøði verður við á tí fundinum.

Nú Fróðskaparsetrið veitir fulla útbúgving í lóg, er stórur áhugi fyri løgfrøðiligum máli, og hetta kunnu vísindafólk frá Háskóla Islands geva íblástur til, heldur Íslandsnevndin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094