Mikhail Gorbatjov er deyður 91 ára gamal

Mikhail Gorbatjov er deyður 91 ára gamal
Seinasti politiski leiðarin í gamla Sovjetsamveldinum, Mihail Gorbatjov, hevði leingið verið sjúkur, nú hann andaðist
Ein eldri útgáva av Mikhail Gorbatjov vð eyðkenda móðurmerkinum á pannuni, sum onkur helt ikki sørt líktiskt Føroyum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
31.08.2022 - 00:52

Mikhail Gorbatjov var leiðari í Sjovjetsamveldinum frá 1985 til 1991.

Gorbatjov var við í avgerðandi samráðingunum um avdubbing, sum lyfti sonevnda jarnteppið, ið lá tvørtur ígjøgnum Evropa, og sum gjørdist endin á Kalda krígnum. 

Mikhail Gorbatjov samráddist við táverandi amerikanska forsetan, Ronald Reagan, og ein avgerandi liður í  arbeiðinum at linka spenningin millum eystur og vestur var, at Gorbatjov játtaði at sameina Týskland, og at Eysturevropa bleiv slept úr jarntakinum hjá Sjovetsamveldinum. 

Gorbatjov tók eisini sovjetisku herdeildirnar úr Afghanistan. 

Í 1990 fekk Mikhail Gorbatjov eisini friðarheiðursløn Nobels fyri at virka fyri friði og avdubbing. 

Innanhýsis í Sovjetsamveldinum setti Gorbatjov í verk nakrar reformar, ið fingu heitini Glasnost og Perestrojka, ið skuldu styrka búskapin í Sovjetsamveldinum og føra til gjøgnumskygni, og at Sovjetsamveldið bleiv eitt fólkaræði. Men tað hepnaðist ikki væl. 

Reformarnir fóru fyri skeytið, og Sovjetsamveldið fór í upploysn í 1991. 

Eftir eitt miseydnað kvett móti Gorbatjov í 1991, ið fekk heitið Augustkvettið, fór hann frá sum aðalskrivari. Og tá hann í 1996 gjørdi enn eina roynd og stillaði upp til russiska forsetavalið, bleiv hann ikki valdur. 

Síðani hevur Gorbatjov hildið fyrilestrar og skrivað bøkur. 

Mikhail Gorbatjov var 91 ár, nú hann andaðist.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
194845 - teknmálstulkað
194872
Mikudag 23. juli
194550 - teknmálstulkað
194868
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844