Maria, Anna og Annika vanligastu konufólkanøvnini

Maria, Anna og Annika vanligastu konufólkanøvnini
Jákup og Jógvan vóru vanligastu nøvn hjá monnum
Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn hjá kvinnum øll árini síðani 2001.
Mynd: Hagstovan  
 
02.09.2022 - 10:11

Vanligastu nøvnini hjá kvinnum, sum búðu í Føroyum 1.januar í ár, vóru Maria, Anna og Annika. 

Síðani koma nøvnini Beinta, Katrin, Rannvá og Marjun. 

Jákup og Jógvan vóru vanligastu nøvn hjá monnum, skrivar Hagstovan.

 

Ovast á listanum síðani 2001

Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum yvir nøvn hjá kvinnum øll árini síðani 2001. 

Jákup og Jógvan hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 2001. Dupultnøvnini eru ikki líka vanlig sum tey hava verið. 

Millum 100 tey mest vanligu konufólkanøvnini í 2021 vóru einans tvey dupultnøvn, Anna Maria og Anna Sofía. 

Hjá monnum er bara eitt dupultnavn, tað er Hans Jacob.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942