- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukraina: Skulu tosa við einari rødd
Ukraina: Skulu tosa við einari rødd
Ongin vil siga, um samstarvið við Russland skal slítast. Boðskapurin er, at vit skulu tosa við einari rødd
06.09.2022 - 19:36
Føroyar skulu tosa við einari rødd út í heim, tá tað ræður um kríggið í Ukraina og tiltøk móti Russlandi. Tað var boðskapurin, tá løgmaður fyrrapartin kallaði allar politisku flokkarnar á fund.
Endamálið við fundinum hjá løgmanni tyktist at hava eydnast. Tí eftir fundin vóru øll samd um at tala við einari rødd og harvið onga almenna meining at hava fyribils.
Politisku viðmerkjararnir, Jóannes Eidesgaard og Bjarni Djurholm, viðgera støðuna í sjónvarpsstovuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


















