MAP Arkitektar vunnu kappingina um tjóðleikhúsið

MAP Arkitektar vunnu kappingina um tjóðleikhúsið
Vinnandi arkitektarnir meta, at tjóðleikhúsið fer at kosta 280 mió. kr.
Hetta er vinnandi uppskotið hjá MAP Arkitektum um tjóðleikhús.
 
09.09.2022 - 14:55

MAP Arkitektar skulu tekna tjóðleikhúsið, sum skal byggjast í Havn.

Dómsnevndin er á einum máli um, at hetta uppskotið hjá teimum skaraði framúr á øllum givnum økjum:

  • Arkitektonisk hugsjón
  • Funktionalitetur
  • Samspæl við nærumhvørvið
  • Byggibæri, heildarkostnað og umhvørvisatlit”

Dómsnevndin skrivar millum annað soleiðis um uppskotið:

“Verkætlanin er vald sum einasti vinnari í kappingini, tí at hon lyftir seg upp um hini uppskotini á øllum týdningarmiklum parametrum í dómsviðgerðini. Uppskotssetararnir hava við einum djørvum, treystum og samstundis spølnum høvuðsbragdi víst sína ætlan, sum dómsnevndin heldur fer at passa væl inn í tann torgreidda býarliga og býarlandslagsliga samanhangin og eisini fer at trína fram sum Føroya nýggi mentanardepil.

 

 

 

Húsið trínur fram sum ein nýggj heild, sum við sínari organisku grundarflatmynd hóskar væl saman við Skansanum og við sínari snotiligu terassubygging bæði savnar bygningsins partar til eina heild og ger heildarmyndina áhugaverda og lætta í samanhanginum. Húsið er samstundis sermerkt, glæsiligt og eyðmjúkt. Ein sera týdningarmikil og innbygdur partur av húsinum er sloyfan: ein gøta snýr sær eina ferð rundan um tann næstan runda bygningin og palltornið og rennur longur eftir Havnargøtu til Skansan og ger soleiðis ein nýggjan, sjálvsagdan spákingartúr í hesum parti av Havnini og letur havnarøkið upp við tess sambandi við havið og sjónarringin.

Á fyrimyndarligan hátt nýta uppskotssetararnir sannførandi snild, tá ið sundurbýting av virksemi og innanhýsis samanspæl verður gjørt. Bæði fyri framman leiktjøldini og handan leiktjøldini.”

 

280 mió. kr. 

MAP Arkitektar meta fyribils, at nýggja tjóðleikhúsið fer at kosta umleið 280 mió. kr. 

Hoyr samrøðu, sum Kristinn Vang gjørdi við Heidi Poulsen í MAP Arkitektum í útvarpstíðindunum:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Fýra uppskot

Fýra arkitektasamtøk hava latið uppskot til kappingina.

Umframt MAP Arkitektar vóru tey Kontrast, SNA og Zeta Arkitektar saman við Brim Arkitektum.

Ein dómsnevnd við átta fólkum metti um uppskotini, sum MAP arkitektar vunnu. 

Møguleiki verður hjá almenninginum at síggja innkomnu uppskotini í Müllers Pakkhúsi í Sigmundargøta í Havn frá í dag til mikudagin.

 

Her nakrar myndir úr Müllers Pakkhúsi, tá arkitektauppskotini vóru av dúkað. Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar:

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112