Vinnuháskúlin gjørt avtalu við reiðaríið TORM um starvsvenjing

Vinnuháskúlin gjørt avtalu við reiðaríið TORM um starvsvenjing
TORM hevur í løtuni 81 tangaskip, og reiðaríið legst aftrat føroyskum reiðaríum og fyritøkum, sum Vinnuháskúlan samstarvar við
Næmingar á Vinnuháskúlanum sleppa nú eisini í starvsvenjing hjá reiðarínum TORM.
 
16.09.2022 - 09:06

Vinnuháskúlin hevur fingið starvsvenjingaravtalu í lag við danska tangaskipareiðaríið TORM A/S.

TORM hevur í løtuni 81 framkomin tangaskip í sínum flota. Vinnuháskúlin heldur, at tað fer at styrkja um aspirantskipanirnar á Vinnuháskúlanum, at norðurlendsk reiðarí leggjast aftrat  føroyskum reiðaríum. 

Fyri tann aspirantlesandi merkir tað, at tey sleppa at royna seg umborð á ymsum skipasløgum, tá ið tey skulu í starvsvenjing á sjónum.

Við hesi reiðaríavtaluni eru samstarvsfelagarnir: Thor, Smyril Line, Bakkafrost, Skansi, Vørn, Havstovan, SEV, MEST, KSS, KJ-Hydraulikk, Standferðslan og TORM.

 

Í 2015 tók Vinnuháskúlin á fyrsta sinni inn skipsføraraaspirantar, og í 2018 byrjaðu fyrstu maskinmeistaraaspirantarnir á skúlanum.

 

Fleiri útbúgvingar

Á Vinnuháskúlanum ber til at lesa til maskinmeistara, maskinist, skipara og skipsførara. Umframt hetta hevur skúlin eina skeiðsdeild og trygdardepil við Áir. Á skúlanum ganga umleið 180 lesandi, og flestu teirra hava annaðhvørt lærutíð ella siglingstíð frammanundan, tá ið tey fara undir at útbúgva seg víðari á Vinnuháskúlanum. 

Á skúlanum ganga eisini maskinmeistara- og skipsføraraaspirantar, ið hava miðnámsútbúgving frammanundan, og sum fáa siglingstíð sum part av útbúgvingini.

Í 2015 tók Vinnuháskúlin á fyrsta sinni inn skipsføraraaspirantar, og í 2018 byrjaðu fyrstu maskinmeistaraaspirantarnir á skúlanum.

 

Í sambandi við, at samstarvsavtalan við TORM er fingin í lag, vitjaðu Jan Lindgaard Høyer, leiðari fyri Training & Recruitment, og Jógvan Trondesen Andreasen, Catering Manager hjá TORM, Vinnuháskúlan, og høvdu framløgu fyri lesandi og starvsfólki á skúlanum. Á myndini síggja vit teir báðar saman við Símuni Poulsen, skúlastjóra á Vinnuháskúlanum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525