Inntøkan ávirkar miðlanýtsluna

Um KVF›Bloggur
Inntøkan ávirkar miðlanýtsluna
Húski við stórari inntøku brúka dupult so nógvar pengar upp á miðlar enn húski við lítlari inntøku, sigur svenski miðlagranskarin Lars Nord
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16-09-2022

Afturgongdin í búskapinum ger, at fólk hugsa um, hvussu nógvar pengar, tey eru sinnað at brúka upp á miðlanýtslu: 

20220818_Midlaradstevna_Lars_Nord_brot_1


Fólk vilja fyrst og fremst gjalda fyri grundleggjandi infrakervið og sjónvarpstilfar. Sostatt hava breiðband og fartelefonhald, røðir og filmar, sum eru at finna á altjóða stroymingartænastunum, og programmini á public service-rásunum týdning fyri brúkaran, sigur svenski professarin. 

Hinvegin minkar hugurin í krepputíðum at rinda fyri hald hjá miðlum, sum varpa tíðindi, tónleik ella telduspøl og hjá miðlum, sum viðgera einstøk evni ella ítrív:

20220818_Midlaradstevna_Lars_Nord_brot_2


Tíðindamiðlar hava torført at røkka ávísum brúkarum

Miðlar, har tíðindini á heimasíðuni eru aftan fyri ein gjaldsvegg, hava torført við at fáa haldarar í tí stóra bólkinum av fólki, sum frammanundan eru ivingarsom um tað at gjalda fyri tíðindi. Hesi fólk halda, at tað er prinsipielt skeivt at rinda fyri tíðindi, sum hava samfelagsligan týdning. Tey gerast ofta ørkymlað og tortryggin, tá tey uppliva, hvussu tíðindamiðlarnir spíska yvirskriftirnar fyri at draga haldarar at sær, greiðir Lars Nord frá.

Í staðin fáa hesi síni tíðindi frá sosialum miðlum og public service-rásum:

20220818_Midlaradstevna_Lars_Nord_brot_3

 

Lurta eftir allari framløguni hjá Lars Nord niðanfyri:

20220818_Midlaradstevna_Lars_Nord


 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961

Um kvf css