Smyril fer aftur í sigling 3. oktober

Smyril fer aftur í sigling 3. oktober
Alt bendir á, at dokkingararbeiðið verður liðugt til ásetta tíð, sigur Strandferðslan
Nógv er at gera við Smyril, men ætlanin er, at hann skal fara aftur í sigling 3. oktober.
 
20.09.2022 - 16:07

Suðuroyingar kunnu gleða seg til 3. oktober, tí tað eru rættuliga góð útlit fyri, at tíðarætlanin fyri dokkingina av Smyrli fer at halda, og at hann er aftur í sigling í seinasta lagi tá.

Sambært dagførdari kunning frá verkætlanarleiðsluni fyri dokkingina, hevur stórt sæð alt gingið eftir ætlan, hóast okkurt arbeiði er komið afturat tí, sum upprunaliga var ætlan at gera. 

Millum annað eftir áheitan frá klassanum, sigur Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni.

 

Stórarbeiði

Talan hevur verið um stórarbeiði í sambandi við motorar, elektriskar skipanir og akslar og skrúvur.

Á ferðafólkaøkinum hevur skipið fingið eina sonevnda “yvirháling”. 

Millum annað eru borð í salóngini/kafeteria skift út, teppir og veggir eru umvæld ella skift, nýtt spælipláss er gjørt, øll uttara skipssíðan og bildekkið eru málað, og rútar eru skiftir upplýsir Strandferðslan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523