Smuglaðu rúsevni við Norrønu til Íslands

Smuglaðu rúsevni við Norrønu til Íslands
Ein mamma og sonur hennara eru varðhaldsfongslað
Mamman og sonur hennara er skuldsett fyri at hava smuglað amfetamin og kokain við Norrønu til Íslands.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.09.2022 - 10:58

Í Íslandi eru ein mamma og tannáringasonur hennara handtikin fyri at smugla rúsevni við Norrønu.

Umleið tvey kilo av amfetamini og kokaini vóru funnin í einum kufferti, tá ið Norrøna kom á Seyðisfjørð týsdagin í síðstu viku. 

Tað boðar løgreglan á eysturlandinum frá.

Mamman er um 40 ára aldur og sonurin hennara er 16 ára gamal. 

Bæði eru varðhaldsfongslað í málinum til í morgin. 

Av tí at drongurin er so ungur, situr hann í varðhaldi á einum stovni fyri ung, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723