Ákæruvaldið kunnaði løgmann um sekt

Ákæruvaldið kunnaði løgmann um sekt
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur sent fútanum eitt mál um, at Bakkafrost skal fáa 67 mió. kr. í sekt fyri lógarbrot
Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur, at Bakkafrost skal fáa 67 mió. kr. í sekt fyri lógarbrot.
 
28.09.2022 - 08:20

Tað er ikki hent fyrr, at ákæruvaldið hevur kunnað løgmann um eitt uppskot um eina sekt. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan heldur, at Bakkafrost skal fáa 67 mió. kr. í sekt fyri lógarbrot. Og hon avgjørdi at senda fútanum málið til støðutakan.

Ákæruvaldið kunnaði løgmann um málið í desember í fjør.

 

Ikki handfarið øðrvísi enn onnur mál

Hetta er ikki hent fyrr, at ákæruvaldið soleiðis hevur kunnað løgmann.

Tað sæst í svari frá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, til Høgna Hoydal, løgtingsmann.

Fyrisitingarliga er hetta málið annars ikki handfarið øðrvísi enn onnur mál, har fyrisitingarligur stovnur staðfestir brot á serlóggávu, sigur landsstýrismaðurin.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086