Nummar 20 í Melodi Grand Prix-finaluni bleiv eitt altjóða hitt

Nummar 20 í Melodi Grand Prix-finaluni bleiv eitt altjóða hitt
"Snap" hjá armensku Rosu Linn fekk einans 61 stig og endaði á einum 20. plássi í Melodi Grand Prix-finaluni. Men síðani finaluna hevur sangurin gingið sína altjóða sigursgongd
Rosa Linn á rættiliga serligu pallsetingini í altjóða Melodi Grand Prix-finaluni, meðan hon framførdi "Snap". Sangurin, ið endaði á einum 20. plássi, er síðani vorðin eitt altjóða hitt
 
28.09.2022 - 21:25

Tað vóru ikki nógv, sum góvu fitta og ungdómliga sanginum "Snap" hjá 22 ára gomlu Rosu Linn úr Armenia nakran serliga ans ella kjans í altjóða Melodi Grand Prix-finaluni í Torino fyrr í ár. 

"Snap" og Rosa Linn fingu eisini bara 61 stig og endaðu á einum 20. plássi í finaluni í evropeisku sangkappingini, sum ukrainski sangurin "Stefania" hjá Kalush Orchestra vann so syngjandi við 661 stigum framman fyri "Space Man" hjá bretska Sam Ryder og "SloMo" hjá sponsku Chanel. 

Av teimum 61 stigunum, sum "Snap" fekk, komu 40 frá serfrøðinganevndunum í ymsu londunum, meðan einans 20 komu frá hyggjarunum. Frakland var einasta landið, sum gav "Snap" og Rosu Linn 12 stig, ið er fult stigatal.

 

 

Gjørdist eitt hitt á TikTok

Men eftir altjóða Melodi Grand Prix-finaluna, bleiv "Snap" eitt hitt á sosiala miðlinum TikTok, og so fingu sangurin og Rosa Linn av álvara vind í seglini. 

360.000 ferðir er "Snap" higartil blivin brúktur í ymiskum videobrotum á TikTok, og tað gjørdi, at plátufeløgini brádliga fingu eyguni upp fyri Rosu Linn, sum nú hevur undirskrivað ein plátusáttmála við Columbia Records. 

Og nú eru bæði Melodi Grand Prix-sangurin og unga tónlistakvinnan aftanfyri, ið eingin gav nakran serligan ans í sjálvari evropeisku sangkappingini, vorðin eitt altjóða hitt.

 

Á Billboard Hot 100

"Snap" er spældur næstan 200 milliónir ferðir á Spotify, og seinastu fýra vikurnar hevur sangurin eisini havt fótin inni á Billboard Hot 100-hittlistanum. 

"Snap" hjá Rosu Linn er harvið einans tann 12. Melodi Grand Prix-sangurin í søguni, sum hevur megnað at vunnið seg upp á Hot 100-hittlistan hjá Billboard. Seinasti Melodi Grand Prix-sangurin, sum megnaði tað, var vinnarin í 2019, "Arcade" hjá Duncan Laurence, ið megnaði at koma upp á eitt 30. pláss á Hot 100-listanum. 

Í roynd og veru, so eru "Arcade" og "Snap" einastu Melodi Grand Prix-sangirnir, sum hava vunnið seg upp á Billboard Hot 100 í hesi øldini. 

 

"Snap" hevur eisini vunnið seg upp á Top 10-hittlistan í Avstralia, Írlandi, Noregi, Hollandi, Svøríki og Sveits, og sangurin liggur í løtuni á einum 22. plássi á UK Singles Chart-hitlistanum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. oktober
Jambalaja - 191024
182302
Leygardag 19. oktober
Vikan 19. oktober 2024
182301
Leygardag 19. oktober
Upp á tá - 181024
182298
Fríggjadag 18. oktober
Vikuskiftið 18. okt. 2024
182282
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. oktober
Guðstænasta úr Húsavíkar kirkju
182318
Leygardag 19. oktober
NM í vektlyfting 1:2
182288
Fríggjadag 18. oktober
Kom á val 01
182263
Fríggjadag 18. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182249
Fríggjadag 18. oktober
Veðrið
182278