Stórhøllin verður liðug í 2025

Stórhøllin verður liðug í 2025
Articon skal byggja høllina, og sáttmáli er gjørdur um heildararbeiðstøku fyri 249 mió. kr.
Tá skrivað var undir sáttmálan um stórhøllina fyrrapartin. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
29.09.2022 - 15:09

Stórhøllin Føroya Arena stendur liðug í januar 2025

Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.

Byggisáttmálin um stórhøllina var undirskrivaður í morgun. Talan er um heildararbeiðstøkusáttmála millum sjálvsognarstovnin Føroya Arena og Articon um at byggja høllina fyri 243 miljónir krónur.

Sambært tíðarætlanini skal Føroya Arena standa liðug í januar 2025.

 

Føroya Arena skal vera liðug í 2025.

 

Frá landsdysti til samfelagsmøti
‍
Talan er um ein bygning, sum kann broytast, soleiðis at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting frá venjingarhøll til landsdyst, konsert ella samfelagsmøti.
‍‍
Tað skal bera til hava fulla venjingarhøll hóskvøld,  A-landsdyst í hondbólti fríggjakvøld, stóra konsert leygarkvøld og samfelagsmøti sunnudag, sigur Tórshavnar kommuna.

Til hondbóltsdystir vera umleið 2700 sitipláss, til konsertir umleið 3600 sitipláss ella 4600 standipláss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531