Fólkatingsvalið: Orðaskifti í sjónvarpinum

bannari
Fólkatingsvalið: Orðaskifti í sjónvarpinum
Formenninir og forkvinnan í flokkunum, sum stilla upp til fólkatingsvalið, vera í sjónvarpsstovuni
Hesi seks vera í sjónvarpsstovuni í kvøld at greiða frá sínum ætlanum á fólkatingi. Orðaskiftið byrjar eftir Dag og Viku.
 
06.10.2022 - 15:31

Valstríðið upp undir fólkatingsvalið er byrjað, og í kvøld verður orðaskifti í sjónvarpinum.

Formenninir og forkvinnan í teimum seks flokkunum, sum stilla upp til fólkatingsvalið, vera í sjónvarpsstpvuni.

Tey eru Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Bárður á Steig Nielsen fyri Sambandsflokkin, Jenis av Rana fyri Miðflokkin, Christian Andreasen fyri Fólkaflokkin, Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi og Ruth Vang fyri Framsókn.

Elin Mirjamsdóttir og Jón Brian Hvidtfeldt vera vertir.

Orðaskiftið byrjar eftir Dag og Viku.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF