Kannabis: Biden gevur amerikanarum grið

Kannabis: Biden gevur amerikanarum grið
Øll tey, sum eru dømd í býarrætti síðani í 70-árinum, tá kannabis bleiv ólógligt, verða náað
Joe Biden, forseti.
 
07.10.2022 - 14:53

Amerikanski forsetin, Joe Biden, boðar frá á Twitter, at hann fer at náa teir amerikanarar, sum eru tiknir fyri at hava havt smærri nøgdir av kannabis uppi á sær.

- Fleiri túsund fólk, sum áður eru dømd fyri smærri brot á rúsevnislógina, uppliva, at tey verða noktað arbeiði, bústað ella útbúgving. Við at náa hesi, taka vit hesa byrðu av teirra herðum, skrivar Joe Biden.

Øll tey, sum eru dømd í býarrætti síðani í 70-árinum, tá kannabis bleiv ólógligt, verða náað. Er talan um dóm í hægri rætti, sleppa tey ikki upp í part.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867