Russisk fiskiskip vera kannað

Russisk fiskiskip vera kannað
20 kanningar eru gjørdar higartil í ár
Russiskt fiskiskip umskipar á Sundi.
 
08.10.2022 - 10:27

Frá 24.februar til 29.september í ár hevur Vørn kannað russisk fiskiskip 10 ferðir til havs og 10 ferðir við bryggju í Føroyum.

Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, sum spurdi um eftilit við russiskum fiskiskipum, bæði tá tey fiska og umskipa.

Vørn sigur einki tala fyri, at russisk skip lata skeivar ella villleiðandi upplýsingar.

Í 2019, áðrenn korona kom, vóru 14 russisk skip kannað til havs. Í 2020 og 2021 vóru russisk skip at kalla ikki kannað.

16 ferðir vóru russisk skip, sum umskipaðu ella uppskipaðu við bryggju, kannað, svarar Árni Skaale.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025