Hav Sund komið í flotan

Hav Sund komið í flotan
Navigare hevur heimstað í Søldarfirði, og felagið eigur nú 13 skip
Hav Sund er annað skipið, sum Navigare hevur keypt úr Írlandi. Navigare eigur nú 13 skip. (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
 
10.10.2022 - 10:37

Nýggjasta skipið hjá reiðarínum Navigare, Hav Sund, kom til Føroya í síðstu viku.  

Navigare hevur heimstað í Søldarfirði, og felagið eigur nú 13 skip.

Hav Sund kom úr Noregi við sandi og skervi. Fyrst fór skipið til Klaksvíkar at leggja farmin upp, og síðani var farið á Sund, har teir lastaðu gamalt jarn til Týsklands.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook. 

 

Keypt tvey skip

Tað var fyrr í ár, at reiðaríðið Navigare keypti tvey skip frá Arklow Shipping í Írlandi.

Skipini eita Hav Brim og Hav Sund.

Fyrra skipið varð yvirtikið í apríl og tað seinna í juni.

Skipini eru bygd í 2008 og eru 90 metrar long og 14,4 metrar breið. Tey taka 4.650 tons.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938